Video: Rundferð umborð á Bakkafossi
GMF hevur verið á vitjan umborð á nýggja framkomna tænastuskipinum hjá Bakkafrosti.
Tryst á "linkin" niðast í hesi greinini.
Tað var um middagsleitið tann 7. januar at nýggja tænastuskipið hjá Bakkafrost, Bakkafossur, kom til landið.
Á almennu móttøkuni var høvið at vitja umborð og síggja skipið, ið er 109 metrar langt og kann føra um túsund tons av livandi fiski.
Bakkafossur, sum er smíðaður í Turkalandi, er uppkallaður eftir fyrsta bátinum, sum felagið átti, og prísurin er tvær ferðir prísin á Hans á Bakka og táttar í hálva milliard krónur.
Vart tú ikki umborð, tá Bakkafossur kom, so hevur tú møguleikan at síggja skipið á VIDEO TRYST HER https://kvf.fo/gmf?sid=151687