Við Pison, annað lívið enn at verða trúboðari á Filipsoyggjum.

Tað sigur Tim Sharp

Hetta er eitt heilt annað lív

- Tað var hart, sum 55 ára gamal nýggjur lámur línumaður, at stilla meg við rullina og gogga toskar á Føroya Banka við høgru hond, sum vóru líka stórir, sum eg. Men tað gekk, um enn spakuliga, tí eg fekk góða hjálp og upplæring. Tað sigur Tim.

Amerikanski Timety Alan Sharp (Tim Sharp) hevur upplivað eitt sindur av hvørjum. Hann hevur amerikonsk foreldur; er uppvaksin í Indonesia; hevur arbeitt á Filipsoyggjum, giftur føroyskari kvinnu, býr nú í Klaksvík saman við familjuni og siglir við frystilínuskipinum, Pison.

-Eg eri 57 ára gamal. Foreldrini hjá mær eru amerikonsk, og vóru trúboðarar í Indonesia; send út av New Tribs Mission. Eg lærdi indonesiskt sum barn, tí har vaks eg upp. Í 1994 byrjaði eg sum trúboðari á Filipsoyggjum og har hitti eg føroyska kvinnu, og vit giftust. Tað sigur Tim Sharp.

-Nú eru okkara trý børn við at gerast vaksin, so vit fluttu til Føroyar í 2021. Vit vilja royna at búgva her eina tíð. Vit ætla okkum aftur til Filipsoyggjar, men nú fáa vit at síggja, hvussu vit fimm trívast í Føroyum, sigur hann.

-Mítt indonesiska mál er nokkso “rustað”, tí tað eru mong ár síðani, eg tosaði tað, men tað kemur aftur meiri og meiri, nú eg sigli saman við fimm indonesarum, sigur Tim.

-Eg tosi av og á við indonesarar, sum eru muslimar, um mína bíbilsku trúgv á Gud, Jesus og Heilaga Anda. Teir skilja ikki, hvussu ein Gud kan doyggja, og kortini verða Gud. Tí má gleðiboðskapurin opinberast fyri teimum, ja, fyri okkum øllum, tí hann er ikki til at “skilja”, uttan Heilaga Andans hjálp, sigur Tim.

-Mær dámar við Pison, men hetta er heilt annað lívið enn at verða trúboðari á Filipsoyggjum. Nú fáa vit at síggja, hvat framtíðin ber við sær. Tað er umráðandi at hvíla í Guds vilja við lívinum, tí hann veit best og vil okkum altíð tað besta, sigur Tim Sharp.

Sjómanstrúboðarin hitti Tim umborð, tá andakt var hildin, áðrenn fyrsta túrin í ár.

Honum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

Tað skrivar Føroyska Sjómansmissónin. Myndirnar eigur TJ-myndir