VERKABUSSURIN Á FERÐ – 1½ VIKA OG 21 ARBEIÐSPLÁSS
Seinastu tvær vikurnar hevur samráðingarbólkurin hjá arbeiðarafeløgunum verið bussferð og heilsað uppá verkafólk kring alt landið. Frá sunnast í Føroyum til norðoyggjar.
Bussferðin er eitt nýtt átak, sum arbeiðarafeløgini eru farin undir. Endamálið við átakinum er at heilsa uppá limir runt um í landinum fyri at fáa eina hóming av, og íblástur til, hvat vit skulu arbeiða fram ímóti til næstu samráðingar. Staðfestast kann, at tað málið er rokkið!
Vit eru sera takksom fyri tykkara íkast, og hevur hetta givið okkum eina greiðari mynd av, hvørji ynski og/ella krøv, vit skulu taka upp til samráðingarnar næsta vár.
Arbeiðsplássini, vit hava vitjað hesaferð, eru:
TG Seafood
Bakkafrost, Vágur
Dagrøktarar í Sumba
Vegadeildin hjá Tórshavnar Kommunu
Faroe Ship
Poul Hansen
Balslev
Poul Michelsen
Bakkafrost, Glyvrar
Arbeiðsfólk hjá Runavíkar Kommunu
Faroe Origin
Havsbrún
Vaðhorn
IRF
Kósin
Reingerðarfólk hjá Klaksvíkar Kommunu
Atlantic Airways
Sjógæti
Sandoy Seafood
Høvdavirkið í Leirvik
Vit vilja við hesum takka hjartaliga fyri allan blíðskap, vit hava møtt frá bæði limum og arbeiðsgevarum á hvørjum einasta arbeiðsplássi, vit hava vitjað.
Samráðingarbólkurin hjá
Føroya Arbeiðarafelag
Havnar Arbeiðarafelag
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag