Verðrið

Forsøgn 

Lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Í kvøld gongur hann niður í eystan og minkar vindin niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s. Í nátt lækkar hann niður í landsynning. Fyrrapartin í morgin veksur vindurin upp í eitt frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, av landsynningi, samdrigið og okkurt ælið. Hitin úr frostmarkinum upp í 7 stig.
 

Leygardagur:
Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, seinnapartin veksandi upp í frískan vind upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, tað verður samdrigið og regn vestaneftir. Um náttina støkkur hann vesturum til útsynning, tað slítur í, og vindurin minkar niður í lot til frtískt lot, 3 til 8 m/s. Hitin 4 til 9 stig.