Ljóðsamrøða: Tilfeingisgjøldini hjá Ruth Vang, landsstýriskvinnu, vera sera ógvislig fyri flotan

 

Árni Skaale, fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur hugt at uppskotinum um veiðigjøld, sum er farið til hoyringar.

- Nýggju veiðigjøldini, tilfeingisgjøldini hjá Ruth Vang, landsstýriskvinnu, vera sera ógvislig fyri flotan í Barentshavinum

Tað skrivar Frants Jensen á kvf.fo

Tað sigur Árni Skaale, tingmaður hjá Fólkaflokkinum, og fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, nú hann hevur hugt uppskotið skjótt ígjøgnum.

Eftir uppskotinum, sum nú er farið til hoyringar, væntar Landsstýrið, at árliga meirinntøkan frá veiðigjøldum verður millum 70 og 100 mió.kr.

Fyri botnfisk úr Barentshavinum hækkar gjaldið úr 1,08 kr. fyri kilo upp í 2,16 kr. fyri kilo.

Gjaldið hækkar eisini á uppsjóvarfiski.

Hoyr samrøðu við Árna Skaale í útvarpstíðindunum: TRYST https://kvf.fo/greinar/2023/03/10/veidugjoldini-hja-flotanum-i-barentshavinum-eru-ogvislig