Veðrið

Kuldin kemur ikki einsamallur. Við honum kemur ælaveður við kava, viðhvørt vátakava.  Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin

Lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, seinnapartin vaksandi til frískan vind upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, skýggjað og okkurt kavaælið og hitin -3 til 2 stig.

Í kvøld veksur hann vindin til strúkur í vindi upp í skrið eystan, 15 til 20 m/s, í støðum stormur, 23 m/s, við hørðum hvirlum, mesti vindurin sunnanfyri. Samdrigið og nógvur kavi ella vátakavi. Hitin millum frostmarkið og 4 stig. Fyrrapartin í morgin minkar hann vindin niður í frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, skýggjað og okkurt kavaælið, hitin millum frostmarkið og 5 stig.