Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin

Frískur vindur upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s.

Skýggjað og løtur við regn ella ælaveðri.

Í nátt samdrigið og regn sunnanífrá.

Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, sum frá líður minkar niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s.

Samdrigið og regn, men sum frá líður skýggjað og ælaveður. Hitin millum 3 og 7 stig.