Veðrið

Galdandi fyri leygardagin

Forsøgn galdandi til leygarmorgun

Lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, samdrigið og regn. Seinnapartin veksur vindurin upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, í støðum upp í ein strúk í vindi, 13 m/s. Í nátt fer hækkar hann upp í landnyrðing. Norðanfyri veksur vindurin sum frá líður upp í frískan vind upp í ein strúk, 8 til 13 m/s; sunnanfyri minkar hann niður í eitt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, samdrigið og regn ella vátakavi. Út á fyrrapartin í morgin norðanfyri frískur vindur upp í hvassan vind norðan, 10 til 15 m/s; sunnanfyri frískur vindur upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn, í støðum kanska vátakavi. Hitin 8 til 12 stig.  

Leygardagur

Frískur vindur upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s, samdrigið og regn, kanska við vátakava. Hitin millum 5 og 11 stig.