Veðrið
Frískt lot til frískan vind um landsynning, 5 til 10 m/s, eitt skifti í støðum upp í ein strúk, 13 m/s. Skýggjað og sum frá líður regn.
Seint seinnapartinella út ímóti kvøldið slítur í, tó okkurt ælið, men kanska eisini sólglottar.
Í kvøld og í nátt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s.
Hósmorgun og fyrrapartin hósdagin frískt lot til frískan vind um vestan, 5 til 10 m/s. Skiftandi skýloft og okkurt ælið. Hitin 9 til 13 stig.