Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin

Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, sunnanfyri í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Skýggjað, í støðum mjørki, og stundum regn ella ælaveður. Hitin millum 4 og 8 stig.

Seinnapartin og í kvøld frískur vindur upp í strúk vestan, 8 til 13 m/s, í nátt útnyrðingur. Skýggjað, í støðum mjørki, og okkurt ælið, hitin millum 3 og 6 stig.

Týsdag fyrrapart frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, sólglottar og turt fyri tað mesta, men eisini støðum okkurt ælið. Hitin 3 til 7 stig.