Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin

Frískt lot upp í strúk eystan ella av landnyrðingi, 5 til 13 m/s, skýggjað og turt, í støðum sólglottar, og hitin 5 til 8 stig. Sum frá líður tám ella mjørki í støðum, serliga eystanfyri, men framvegis eisini sól ella sólglottar, serliga vestanfyri. Hitin 8 til 12 sitg.

Leygardag fyrrapart frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og támut, í støðum mjørki, men eisini sólglottar, serliga norðanfyri og vestanfyri. Hitin 7 til 11 stig.