Veðrið

Til og við týsdagin

í dag 

Lot til frískan vind um útsynning, 3 til 10 m/s, eitt skifti samdrigið og kanska onkur løta við regni ella onkrum æli, annars fyri tað mesta turt og skiftandi skýloft. Hitin 6 til 11 stig.

Mánadagur

Frískt lot til frískan vind vestan ella av útsynningi, 5 til 10 m/s, seinni lot av ymsum ættum, undir 6 m/s. Sólglottar og turt fyri tað mesta, men kanska eisini okkurt ælið. Hitin 6 til 11 stig.

Týsdagur

Frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, seinni vaksandi upp í strúk, 13 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður, hitin 7 til 10 stig.

Mikudagur

Frískur vindur upp í skrið norðan ella av útnyrðingi, 10 til 18 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður, í støðum heglingur. Tað verður kaldari, millum 4 og 7 stig.