Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin

Lítið lot norðan, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt.

Seinnapartin lítið lot av ymsum ættum og okkurt ælið. Í kvøld lítið lot eystan.

Í nátt landsynningur og stundum regn.

Fyrrapartin í morgin veksandi upp í frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s, smáskýggjað og okkurt ælið við regni, kanska eisini við vátakava. Hitin 3 til 8 stig.