Veðrið
Frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, skýggjað og turt fyri tað mesta, í støðum onkur sólglotti. Seint seinnapartin og í kvøld ælaveður.
Í nátt veksur hann vindin til frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, eitt skifti samdrigið og regn. Hitin í dag 4 til 7 stig.
Mikudag fyrrapart lot til frískt lot norðan ella av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, sólglottar og okkurt ælið, hitin 2 til 6 stig.