Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin

 

Frískur vindur upp í strúk av útsynningi ella vestri, 8 til 13 m/s, skýggjað og stundum regn ella ælaveður, hitin 8 til 12 stig. Sum frá líður klárnar, sólin kagar fram, og hann minkar vindin niður í frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s.

Í kvøld lot til frískt lot vestan ella av útsynningi, 3 til 8 m/s. Hitin 10 til 14 stig.

Mikudag fyrrapart lot til frískt lot vestan av útsynningi, 3 ti 8 m/s, skýggjað og okkurt ælið, hitin 10 til 14 stig.