Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin

Frískur vindur upp í strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum frá líður minkar niður í frískt lot til frískan vind av landnyrðingi, 5 til 10 m/s.

Skýggjað og kavaæl, men í støðum eisini møguleiki fyri eitt sindur av sól.

Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s.

Skýggjað og kavaæl, men í støðum eisini møguleiki fyri eitt sindur av sól. Hitin millum 2 kuldastig og 3 hitastig.