Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin

 

Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, samdrigið og mjørki, stundum regn ella ælaveður. Sum frá líður turt viðhvørt, í støðum eisini onkur sólglotti.

Fríggjadag fyrrapart frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin alt samdøgrið 10 til 14 stig.