Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin

Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, sum frá líður minkar niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Samdrigið og regn, men sum frá líður skýggjað og ælaveður.

Í kvøld frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s, í støðum upp í 13 m/s. Samdrigið og regn sunnaneftir.

Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í hvassan vind sunnan, norðanfyri av landnyrðingi, 10 til 15 m/s. Samdrigið og regn. Hitin millum 3 og 7 stig.