Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin

Strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s, seinnapartin hækkar ættin upp í vestan, skiftandi skýloft og ælaveður, sum eisini kann hava vátakava við sær. í nátt minkar vindurin niður í frískan vind upp í strúk vestan, 8 til 13 m/s Hitin 2 til 7 stig.