Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin

Eitt lágtrýst, 982 hPa, yvir Føroya Banka grynnist meðan tað gongur eystureftir og fer fram við sunnara parti av landinum á middegi. Tað er eitt veikt luftrák við slavnari luft yvir Føroyar av ymsum ættum í dag. Í morgin mennist eitt hátrýst yvir leiðirnar vestan fyri Føroyar.

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, hálvskýggjað og ælaveður. Seinnapartin og frameftir frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Hitin 3 til 7 stig.