Veðrið
Fyrrapartin í dag ( leygardag )fer ættin uppaftur í landnyrðing, har sum hon hevur verið í nógvar dagar og fer at vera í nógvar dagar afturat, bert við fáum undantøkum. Vindferðin tann sama, 3 til 8 m/s, loftið samdrigið og ælaveður.
Um kvøldið fer ættin upp í norðan. Hitin í morgin 3 til 7 stig.
Páskadag er eitt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Um kvøldið aftur 3 til 8 m/s av landnyrðingi, smá- ella hálvskýggjað og ælaveður. Hitin afur 3 til 7 stig.
Annan páskadag fer vindurin at veksa úr 3 til 8 m/s av landnyrðingi um morgunin upp í 10 til 15 m/s seint seinnapartin, meðan loftið er samdrigið, og tað er samregn við vátakava ella kava uppií. Um kvøldið og um náttina 8 til 13 m/s av landnyrðingi, skiftandi skýloft og ælaveður við regni ella kava. Hitin 2 til 7 stig.
Gleðiligar páskir
Tað skrivar Hansus Kjølbro, veðurmaður, á nordlysid.fo