Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin

Lítið lot til frískt lot, minni enn 8 m/s, smáskýggjað og turt, hitin millum 2 kuldastig og 2 hitastig. Sum frálíður veksur vindurin. Seinnapartin frísur vindur upp í hvassan vind um útsynning 10 til 15 m/s, hann dregur á luftina og tað fer at regna. Í kvøld, hvassur vindur ella skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s, í nátt og fyrrapartin týsdagin í støðum upp í 20 m/s, framvegis samdrigið og regn, men týsdagin skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin 2 til 8 stig.