Veðrið

Til og við sunnudagin

Í dag, er eitt lot, um 3 til 8 m/s, av landsynningi eystri. Loftið er samdrigið, og okkurt ælið er. Hitin liggur um 6-7 stig, og fer væntandi ikki nógv longur upp í dag.

Í nátt fer hitin niður í 3-4 stig.

Ikki nógv broyting frá hesum veðri í dag – tó veksurin vindurin upp í 5 til 10 m/s í kvøld, og ættin fer upp í eystan.  

Í morgin, sunnudagin,  fer hann at liggja av eystri allan dagin, og vindferðin fer at liggja um 5 til 10 m/s. Loftið hálv- ella smáskýggjað, og vit kunnu vænta okkurt ælið. Hitin í morgin upp í 7 stig; um náttina niður í 3 stig.  

Tað skrivar veðurfrøðingurin, Hanus Kjølbro.