Veðrið
Eitt lítið lot vestan, minni enn 5 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt.
Út á morgunin lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, samdrigið og regn, í støðum kanska við vátakava.
Sum líður á fyrrapartin veksur vindur upp í eitt frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, og seinnapartin upp í frískan vind til hvassan vind, 10 til 15 m/s, enn samdrigið og regn.
Seint seinnapartin støkkur hann vesturum til útsynning, tað verður samdrigið og ælaveður, og vindurin minkar sum frá líður niður í eitt frískt lot til frískan, 5 til 10 m/s.
Í nátt er eitt lítið lot sunnan, minni enn 5 m/s, samdrigið og aftur regn.
Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt, tó okkurt ælið í støðum.