Veðrið

Forsøgn, galdandi til á middegi mikudagin

Eitt lágtrýst, 984 hPa, í útnyrðing úr Føroyum gongur ímóti vestri, meðan tað grynnist. Brúgvalag hiðani fara í dag at liggja yvir teim norðaru havleiðunum. Eitt annað lágtrýst, 993 hPa, millum Skotland og Suðurnoreg gongur í útnyrðing, meðan brúgvaløgini hiðani fara at vera yvir teim eystaru havleiðunum í dag og Íslandsrygginum í nátt.

Tilvildarlig mynd.

Lítið lot, minni enn 5 m/s, av útsynningi, smáskýggjað og fyri tað allarmesta turt. Seinnapartin lítið lot av ymsum ættum, smáskýggjað og bert einstakir ælingar. Í kvøld turt. Í nátt og fyrrapartin í morgin lítið lot, minni enn 5 m/s, landnyrðingur og eystan, smáskýggjað og yvurhøvur turt. Hitin fer at liggja ímillum 5 og 8 stig.