veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin

Eitt hátrýst, 1008 hPa, yvir Íslandi mennist eitt sindur og fer spakuliga eystureftir ímóti Føroyum. Luftrákið um okkara leiðir tað næsta samdøgrið fer at vera av ættunum kring norðan við slavnari luft.

Lot til frísk lot norðan, 3 til 8 m/s, í støðum upp í frískan vind, 10 m/s, skýggjað og ælaveður við regni, í støðum við vátakava. Í kvøld lítið lot av landnyrðingi, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Í nátt og fyrrapartin í morgin gongur hann niður í eystan. Hitin í dag upp í 4 stig; í nátt niður í 2 kuldastig.