Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin

 

Frískur vindur upp í strúk norðan ella av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið, í støðum kanska vátaslettingur. Hitin 3 til 6 stig, um náttina niður í 1 stig í støðum.

Leygardagur

Lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, sum frá líður av ymsum ættum. Skýggjað og okkurt ælið, hitin 2 til 7 stig.

Sunnudagur

Frískt lot upp í strúk av landsynningi, 5 til 13 m/s, seinni útsynningur. Samdrigið og sum frá líður regn sunnaneftir. Tað verður lýggjari, millum 5 og 10 stig.

Mánadagur

Frískur vindur upp í hvassan vind um norðan, 10 til 15 m/s, skýggjað ella skiftandi skýloft við ælaveðri. Tað verður kaldari aftur, millum 4 og 7 stig.

Týsdagur

Frískt lot upp í strúk norðan, 5 til 13 m/s, skýggjað og okkurt ælið, hitin 3 til 7 stig.