Veðrið
Eitt lágtrýst, 992 hPa, stutt eystan fyri Føroyar gongur eystureftir og dýpist. Eitt luftrák er eystaneftir og av landnyrðingi í dag, og brúgvaløg við nógvum regni liggja yvir Føroyum í morgun. Seinnapartin fer ein hátrýstryggur at leggja seg yvir Føroyar av útnyrðingi, og tá verður eitt veikt luftrák norðaneftir og yvirhøvur turt í Føroyum.
Frískur vindur upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s, í sunnara parti av landinum strúkur í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, samdrigið og regn. Sum líður á fyrrapartin minkar vindurin, niður í frískan vind upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, tað verður hálvskýggjað og slítur í sum frá líður. Seinnapartin hækkar hann upp í norðan og minkar vindin niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, í kvøld niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Seinnapartin og í kvøld skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Í nátt eitt lot norðan, minni enn 5 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Hitin fer at liggja millum 6 og 9 stig.