Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin

 

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skýggjað og okkurt ælið.

Fyrrapartin upp í frískt lot ella ein strúk í vind av útnyrðingi, 7 til 12 m/s, framvegis skýggjað og løtur við regni ella ælaveðri.

Út á seinnapartin slítur í. Í kvøld og frameftir frískt lot til frískan vind um útnyrðing, 5 til 10 m/s, smáskýggjað og turt. Hitin 6 til 11 stig.