Veðrið

Forsøgn, galdandi til á middegi leygardagin

Eitt lágtrýst, 988 hPa, við Føroyar grynnist og fer eystureftir. Eitt lýtt og slavið luftrák er av ymsum ættum í morgun, og okkurt ælið er uppií.

Út á dagin er eitt kaldari luftrák av útnyrðingi við einstøkum ælum. Lítið lot av ymsum ættum, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt.

Sum líður á fyrrapartin vestan ella útnyrðingur.

Seinnapartin lot til frískt lot av útnyrðingi, samdrigið og okkurt ælið. Í kvøld frískt lot til frískan vind, samdrigið og yvirhøvur turt, tó løtur við regni norðanfyri.

Í nátt frískur vindur upp í ein strúk av útnyrðingi, samdrigið og okkurt ælið. Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot av útnyrðingi, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 10 til 14 stig.