Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin

Frískur vindur upp í hvassan vind norðan, 10 til 15 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður. Seint seinnapartin ella um kvøldið minkar hann vindin niður í frískan vind til strúkur í vindi av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, og tað verður longri ímillum ælini.

Leygardag fyrrapart frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, sólglottar og turt ella okkurt ælið í støðum.

Hitin alt samdøgrið 6 til 10 stig.