Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin

Hvassur vindur ella skrið av landnyrðingi-norðuri, 15 til 20 m/s, í støðum stormur, 23 m/s, og harðar hvirlur. Samdrigið og samregn. Út á seinnapartin minkar hann vindin sum frá líður til strúkur í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s áleið norðan, framvegis samdrigið og í løtum regn ella ælaveður. Fríggjadag fyrrapart frískur vindur upp í hvassan vind norðan, 10 til 15 m/s, í støðum skrið, 18 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin alt samdøgrið 6 til 10 stig.

Smábátar í Álakeri ( tilvildarlig mynd )