Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin

Frískur vindur upp í strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum frá líður vaksandi upp í hvassan vind, 15 m/s. Skýggjað ella hálvskýggjað og í støðum okkurt ælið ella regn í løtum. Í kvøld veksur hann vindin upp í skrið av landnyrðingi, 20 m/s, í nátt og hósdag fyrrapart í støðum upp í storm av landnyrðingi ella norðuri, 22 m/s. Tað verður samdrigið og samregn hesa løtuna. Hitin alt samdøgrið 8 til 11 stig.