Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin

Frískur vindur upp í hvassan vind norðan, 10 til 15 m/s, í støðum upp í 18 m/s. Sum frá líður gongur hann niður í útnyrðing.

Í kvøld minkar vindurin niður í frískan vind upp í ein strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s.

Í nátt minkar vindurin í løtum enn meira, árin hann veksur aftur. Skiftandi skýloft og vátakava- ella kavaæl.

Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í ein strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í 15 m/s.

Skiftandi skýloft og vátakava- ella kavaæl. Hitin millum 2 kuldastig og 3 hitastig, í nátt í støðum kaldari.