Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin

Frískur vindur upp í strúk sunnan 8 til 13 m/s, í kvøld útsynningur.

Skýggjað og támut, stundum driv, regn ella okkurt ælið. Seint í kvøld ella í nátt regn sum frá líður.

Hitin um dagin 12 til 15 stig, í nátt niður í 10 stig.

Fríggjadag fyrrapart, frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, samdrigið og í støðum driv ella mjørki. Hitin 11 til 13 stig.