Veðrið
Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Seinnapartin og í kvøld veksur vindurin upp í ein strúk í vindi ella skrið sunnan, 13 til 18 m/s, í støðum upp í 20 m/s, tað verður yvirskýggjað og sum frá líður fer at regna.
Í nátt minkar vindurin eitt sindur og ættin gongur upp í útsynning, vit fáa skiftandi skýloft og eitt stutt skifti yvirhøvur turt, men seinni út á náttina og fyrrapartin hósdagin ælaveður. Hitin 3 til 9 stig.