Veðrið

Forsøgn galdandi til leygardagin á middegi

 

Frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s, sum frá líður minkar niður í eitt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Samdrigið og regn ella ælaveður, seinnapartin eitt sindur turrari.

Í kvøld frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og í nátt kemur regn av útnyrðingi.

Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s. Skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Hitin millum 8 og 13 stig.

Leygardagur

Lítið lot um norðan, minni enn 5 m/s, sum frá líður gongur ættin fyrst niður í vestan, síðan sunnan. Skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Hitin 9 til 13 stig.

Sunnudagur

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skýggjað ella skiftandi skýloft, kanska okkurt ælið. Um kvøldið og um náttina frískur vindur upp í strúk um landsynning, 8 til 13 m/s, skýggjað og sum frá líður regn sunnaneftir. Hitin 9 til 13 stig.

Mánadagur

Frískur vindur upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn. Út ímóti kvøldið slítur í og skýloftið klárnar eitt sindur og ættin fer yvir í útsynning. Seinni sunnan og vindurin minkar, og tað verður meira skýggjað. Hitin 9 til 13 stig.

Týsdagur

Frískur vindur upp í strúk millum landsynning og útsynning, 8 til 13 m/s, skýggjað og løtur við regni ella ælaveðrið. Hitin 9 til 13 stig.