Veðrið

Forsøgn, galdandi til á middegi mikudagin

Eitt lágtrýst, 1000 hPa, skamt sunnan fyri Føroyar stendur í stað og grynnist. Tað er eitt slavið luftrák eystaneftir yvir Føroyar í dag við mjørka og ælaveðri, seinni av ymsum ættum.

Lítið lot eystan, samdrigið ella mjørki, í støðum ælaveður. Sum líður á seinnapartin lítið lot av ymsum ættum. Hitin 12 til 14 stig.