Veðrið

Forsøgn, galdandi til á middegi týsdagin

Eitt lágtrýst, 1000 hPa, í ein útsynning úr Føroyum gongur í landnyrðing ímóti Føroyum.

Brúgvaløg higani reka ímóti okkum í dag av suðuri. Eitt lýtt og slavið luftrák er yvir Føroyar í dag og í nátt sunnaneftir og av landsynningi.

Lot til frískt lot sunnan, samdrigið og ælaveður. Sum líður á fyrrapartin samregn.

Út á seinnapartin frískt lot til frískan vind av landsynningi, samdrigið og okkurt ælið, í kvøld aftur regn.

Í nátt gongur hann upp í eystan og minkar vindin sum frá líður niður í eitt lítið lot. Fyrrapartin í morgin eitt lítið lot eystan og av landnyrðingi, samdrigið og okkurt ælið. Hitin í dag 10 til 13 stig.