Veðrið

Forsøgn, galdandi til á middegi mikudagin

Eitt lágtrýst, 981 hPa, yvir Suðursvøríki og Noregi fer í útnyrðing og grynnist eitt sindur. Eitt luftrák norðaneftir og av útnyrðingi er yvir Føroyar í dag.

Lot til frískt lot norðan, skiftandi skýloft og turt. Út á fyrrapartin veksur vindurin upp í frískt lot til frískan vind. Sum líður á seinnapartin veksur vindurin í støðum upp í frískan vind upp í ein strúk, og ættin fer í útnyrðing, tað verður samdrigið men framvegis turt. Í nátt veksur vindurin upp í frískan upp í hvassan vind av útnyrðingi, samdrigið og yvirhøvur turt. Fyrrapartin í morgin minkar vindurin niður í frískan vind upp í strúk, skiftandi skýloft og turt. Hitin fer at liggja millum 8 og 10 stig.