Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin

Lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, seinni vestan. Skýggjað, í støðum sól av og á ella sólglottar og turt fyri tað mesta.

Í kvøld lot til frískt lot av ymsum ættum, skýggjað og í støðum okkurt ælið ella regn eitt skifti.

Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot norðan ella av landnyrðingi, skýggjað og turt. Hitin alt samdøgrið verður millum 7 og 11 stig.