Veðrið
Fyrst frískur vindur upp í strúk vestan, 8 til 13 m/s, sólglottar og turt. Sum frá líður hækkar ættin í útnyrðing, tað verður skýggjað og stundum regn ella okkurt ælið, serliga norðanfyri.
Hitin í dag verður millum 8 og 11 stig. Fyrrapartin mikudagin, frískur vindur upp í strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, skýggjað og turt ella í støðum driv ella okkurt ælið. Hitin verður millum 7 og 11 stig.