Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin

 

Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, seinnapartin lækkar hann í sunnan. Sólglottar og yvirhøvur turt, í nátt dregur tað á luftina og tað verður ælaveður.

Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s. Skýggjað og nøkur æl, kanska eisini sólglottar. Hitin millum 8 og 12 stig.