Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin

Lot av ymsum ættum, mest landnyrðingur, undir 6 m/s, skýggjað og í støðum sirm ella onkur mjørkaflóki.

Í kvøld frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, skýggjað og okkurt ælið í støðum. Hitin í dag verður millum 10 og 13 stig, í nátt niður í 8 stig í støðum.

Fyrrapartin í morgin frískt lot upp í strúk norðan, 5 til 13 m/s, skýggjað og okkurt ælið, hitin 8 til 11 stig.