Veðrið

Forsøgn, galdandi til á middegi leygardagin

Eitt lágtrýst, 985 hPa, sunnan fyri Ísland stendur í stað. Brúgvaløg hiðani reka ímóti Føroyum sunnaneftir. Tað er eitt lýtt og slavið luftrák sunnaneftir yvir landið í dag og í nátt.

Lot til frískt lot av landsynningi, smáskýggjað ella klárt við sól ella sólglottum, í støðum tám ella mjørkaflókar. Seinnapartin frískt lot til frískan vind av landsynningi, smáskýggjað ella klárt við sól ella sólglottum, í støðum tó tám ella mjørki. Seint seinnapartin og í kvøld samdrigið og ælaveður. Í nátt lot til frískt lot sunnan, samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin millum 9 og 16 stig.