Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin

 

Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, spakuliga vaksandi upp í frískt lot ella ein strúk í vindi, 7 til 12 m/s, skýggjað og frá seinnapartinum regn.

Í kvøld, í norðara pari av landinum, hækkar ættin upp í eystan og landnyrðing; í sunnara parti av landinum gongur ættin yvir í vestan.

Fyrrapartin hósdagin lítið lot til frískt lot av ymsum ættum, minni enn 8 m/s, skýggjað ella skiftandi skýloft og kanska okkurt ælið. Hitin um 10 stig.