Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin

 

Frískt lot til frískan vind av landnyrðingi-eystri, 5 til 10 m/s, sum frá líður vaksandi til frískur vindur upp í hvassan vind eystan, 10 til 15 m/s. Skýggjað og okkurt ælið við vátakava í støðum. Í nátt samdrigið og fyrst vátaslettingur sunnaneftir, seinni regn, og hann veksur um vindin upp í skrið, 18 m/s. Hitin í dag millum frostmarkið og 5 stig. Fyrrapartin í morgin, strúkur í vindi upp í skrið eystan, 13 til 18 m/s, samdrigið og regn. Tað verður lýggjari, millum 2 og 7 stig.