Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin

Fyrrapartin veksur vindurin upp í ein strúk í vindi ella skrið av landsynningi, 13 til 18 m/s, skiftandi skýloft og fyri tað mesta turt.

Sum líður út á seinnapartin hvassur vindur ella skrið um eystan, 15 til 20 m/s, í kvøld í støðum upp ímóti storm, 21 m/s, yvirskýggjað, og sum frá líður løtur við regni ella vátakava í støðum, serliga sunnanfyri.

Vindurin minkar eitt sindur seint út á kvøldið og í nátt.

Fyrrapartin hósdagin strúkur í vindi upp í skrið av landnyrðingi, skýggjað og ælaveður við kava ella vátakava. Hitin 1 til 6 stig.