Veðrið

Forsøgn, galdandi til á middegi leygardagin

Eitt hátrýst, 1032 hPa, sunnan fyri Ísland gevur støðugt veður, og tað er eitt veikt luftrák í Føroyum, mest vestaneftir og av útnyrðingi.

Lot til frískt lot av útsynningi, smáskýggjað í støðum, serliga móti norðuri og eystri í landinum, men eisini støð har tað er mjørki ella tám.

Út á seinnapartin gongur ættin upp í vestan, og í kvøld norðan. Í nátt og fyrrapartin í morgin er eitt lítið lot av ymsum ættum, skiftandi skýloft og turt. Hitin millum 7 og 10 stig.