Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin

Frískur vindur upp í ein strúk millum landnyrðingi og norðan, 8 til 13 m/s, seint í kvøld ella í nátt minkar vindurin niður í lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður við regni ella vátaslettingi. Hitin millum frostmarkið og 6 stig.